BankNordik gevst nú í Danmark

BankNordik gevst nú í Danmark
Stongt verður tó ikki beinan vegin, tí tað gongur ein tíð, til Spar Nord hevur tikið við øllum virkseminum og flutt øll viðskiftafólkini
BankNordik hevur verið á danska marknaðinum síðani 2010
 
01.02.2021 - 15:57

Spar Nord tekur nú við virkseminum hjá BankNordik í Danmark. Í síðstu viku góðkendu donsku kappingarmyndugleikarnir søluna av BankNordik til danska bankan, Spar Nord.

Í dag hevur so yvirtøkan verið. Tað merkir, at BankNordik ikki longur fer at virka í Danmark, men stongt verður ikki beinan vegin.

Tí tað gongur ein tíð, áðrenn Spar Nord hevur tikið við øllum virkseminum og flutt øll viðskiftafólkini yvir í nýggju skipanirnar.

BankNordik hevur verið á danska marknaðinum síðani 2010. Í framtíðini fer bankin at leggja sína orku í føroyska og grønlendska marknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025