Herurin tikið valdið í Myanmar

Herurin tikið valdið í Myanmar
Politiski leiðarin, Aung San Suu Kyi, er sett føst, og undantaksstøða er lýst í eitt ár
Aung San Suu Kyi er millum politisku leiðararnar í Myanmar, sum eru settir fastar. Hervaldið sigur, at svik varð framt á valinum í november
 
01.02.2021 - 08:40

Herurin í Myanmar, sum fyrr kallaðist Burma, hevur tikið valdið í landinum. 

Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Hetta hendi í nátt, tá fólk í herinum handtóku virkandi politiska leiðaran, Aung San Suu Kyi, umframt aðrar politikkarar.

Hetta varð kunngjørt á einari sjónvarpsrás hjá herinum, og samstundis boðaði herurin frá, at undantaksstøða er lýst í eitt ár.

Bæði telefon- og internetsamskifti er avmarkað, og nógv hernaðarakfør eru at síggja í býunum kring landið. Eisini hava allir bankar latið, og sjálvtøkur eru óvirknar.

Herurin sigur, at valsvik er framt

Støðan hevur verið sera spent millum herin og sivilu stjórnina síðani tjóðartingsvalið í november í fjør, tí herurin vil vera við, at umfatandi valsvik varð framt.

Á valinum vann flokkurin hjá Suu Kyi 83 prosent av umboðunum í tinginum.

Andstøðan, sum er tætt knýtt at hervaldinum, vil vera við, at svik er framt í 8,6 milliónir førum. Valnevndin vísir aftur, at svik er framt, men viðurkennir, at mistøk vórðu gjørd á nøkrum av vallistunum.

Eftir at tíðindini um handtøkurnar bórust, heitti ein talsmaður fyri flokkin hjá Suu Kyi á fólk um at vera rólig, og at halda lógina.

Annað valið

Hetta var onnur ferðin, at val var í Myanmar, síðani hernaðarstýrið fall 2011. Flokkurin hjá Suu Kyi vann eisini valið í 2015.

Aung San Suu Kyi fekk friðarheiðursløn Nobels í 1991, meðan hon sat í húsavarðhaldi.

Hon hevur tó verið fyri hvøssum atfinningum fyri handfaringina av muslimska Rohingya-minnilutanum í 2017, tá tey í túsundatali máttu flýggja undan løgregluni til Bangladesh.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572