Sunda kommuna fær vinnu- og umhvørvisnevnd

Sunda kommuna fær vinnu- og umhvørvisnevnd
Fimm fólk eru í nevndini, og nevndin kostar 115.000 kr. um árið
Esther Dahl er forkvinna í nýggju umhvørvis- og vinnunevndini í Sunda kommunu
 
02.02.2021 - 09:07

Sunda kommuna hevur fingið eina nýggja nevnd, vinnu- og umhvørvisnevnd.

Undanfarna býráð samtykti hálvan desember í fjør at stovna nevndina og broyta kommunustýrisskipanina, so til bar at stovna nevndina.

Av tí at fíggjarætlanin fyri 2021 longu varð gjørd tá, er neyðugt við eykajáttan til nýggju nevndina.

115.000 kr. um árið

Fimm fólk eru í nevndini, og nevndin kostar 115.000 kr. um árið.

Býráðið hevur samtykt at játta pengarnar. Ein viðgerð er eftir, tí talan er um eykajáttan.

Esther Dahl er forkvinna í Vinnu- og umhvørvisnevndini.

Í nevndini eru eisini Kári Matthíasson, Haraldur S. Hammer, Rúni Kruse og Ingolf Joensen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342