Landsstýrismaðurin velur nevnd í Landsbankanum

Landsstýrismaðurin velur nevnd í Landsbankanum
Landsbankanevndin skal eisini vera Búskaparráð
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ætlar at gera broytingar í lógini um Landsbankan og Búskaparráðið
 
04.02.2021 - 14:56

Aðalmál sum armslongd og óheftni, tykjast fylla minni í politisku hugsjónini, nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent uppskot til lógarbroytingar um Landsbankan og Búskaparráðið til hoyringar.

Eitt nú skal landsstýrismaðurin sjálvur velja nevndina í Landsbankanum, sum eisini skal vera Búskaparráð

Í dag velur landsstýrismaðurin tveir av sjey limum í nevndina í landsbankanum. Hinir fimm limirnir verða valdir av Fróðskaparsetri Føroya, Arbeiðsgevarafelagnum, fakfeløgunum og Kommunufelagnum. 

Bara tríggir limir

Verður lógin broytt, sum landsstýrismaðurin ætlar, verða bara tríggir limir í nevndini, sum skal vera bæði Landsbanki og Búskaparráð, og nevndina velur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum einsamallur.

Sambært uppskotinum um at broyta Búskaparráðið, skal nevndin í Landsbankanum í leiklutinum sum Búskaparráð annars gera eina óhefta frágreiðing um búskaparligu gongdina í landinum tvær ferður um árið. 

Umframt at broyta, hvussu nevndin verður vald, skal Landsbankin eisini fíggjast øðrvísi. 

Hann skal á fíggjarlógina eins og aðrir almennir stovnar.

9,2 mió. kr.

Sum er, verður raksturin av Landsbankanum fíggjaður við gjaldi upp til fýra promillu av minsta gjaldføri landsins í 2020. 

Í ár er talan um 9,2 mió. kr.

Við at minka nevndina í Landsbankanum og strika Búskaparráðið, fara 10 nevndarlimir niður í tríggjar. Og eitt ráð minni verður í fyrisitingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595