Betri samstarv millum Ísland og Grønland

Betri samstarv millum Ísland og Grønland
Ein drúgv frágreiðing er gjørd, hvussu samstarvið kann styrkjast í framtíðini
Guðlaugur Thór Thórðarson, uttanríkisráðharri, setti arbeiðsbólkin at gera tilmæli um, hvussu samstarvið skal styrkjast millum Ísland og Grønland
 
05.02.2021 - 15:31

99 ítøkilig tilmæli eru í drúgvu frágreiðingini, sum íslendska uttanríkismálaráðið hevur gjørt um samstarvið millum Ísland og Grønland.

Frágreiðingin er 272 síður.

Íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, setti í 2019 ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um, hvussu samstarvið skal styrkjast millum Ísland og Grønland.

99 tilmæli eru í frágreiðingini, sum nú er komin. Tíggju teirra eru raðfestar.

Eingin grønlendingur við

Össur Skarpheðinsson, fyrrverandi uttanríkisráðharri, var formaður í arbeiðsbólkinum.

Eingin grønlendingur var í bólkinum. Men arbeiðsbólkurin tosaði við fólk í Grønlandi.

Tilmæli eru í frágreiðingini um handil, heilsu, fiskivinnu, undirstøðukervi, ráevni, orku, loftrúmi, ferðavinnu og Arktis.

Serligur dentur verður lagdur á Eysturgrønland, sum er næsti granni hjá Íslandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985