Jenis í samráð um radaran

Jenis í samráð um radaran
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur fingið fundarboð í Uttanlandsnevndini klokkan hálvgum tvey
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fer í samráð í Uttanlandsnevndini seinnapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.02.2021 - 10:00

Nú vil Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hava at vita, hvat veruliga er á vási í sambandi við radaran, sum danir vilja seta upp í Føroyum.

Tí hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fingið boð um at koma í samráð í nevndini klokkan hálvgum tvey í dag.

Jenis av Rana segði herfyri, at málið er ikki búgvið at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina enn, tí landsstýrið hevur ikki fingið allar upplýsingar úr Danmark, men landsstýrið hevur biðið donsku stjórnina um allar viðkomandi upplýsingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334