Omanlop og vindskaðar

Omanlop og vindskaðar
Grót ruddi oman á Tjørnuvíkarvegin, og í Kollafirði koppaði ein vøruvognur
Grót ruddi oman á Tjørnuvikarvegin í morgun
 
15.02.2021 - 08:58

Tíðliga í morgun leyp á Tjørnuvíkarvegnum.

Grót ruddi oman á vegin í tveimum støðum.

In.fo skrivar, at Landsverk varð boðsent, og nú er grótið ruddað burtur.

Nógvur vindur var kring landið í gjárkvøldið, og løgreglan fekk fráboðan um, at ein tekja var um at ríva á Viðareiði. Í Vestmanna vóru dekkbretti á einum húsum um at fara, í Kollafirði koppaði ein vøruvognur, og í Norðagøtu mundi ein aliringur slitið.

Í nátt fekk løgreglan tvær fráboðanir úr Havn. Í einum føri var ein pláta fokin á ein bil, og í einum øðrum føri var ein garður um at fara um koll í vindinum. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598