Krevja ikki munnbind longur

bannari
Krevja ikki munnbind longur
Veksur smittutrýstið, kemur tilmælið um at hava munnbind í bussunum í Havn aftur í gildi
Tilmælið um, at í mesta lagi 25 fólk kunnu vera í býbussunum í senn, er framvegis í gildi
 
17.02.2021 - 11:21

Koronuráðgevingin heldur nú, at eingin orsøk er til at brúka munnbind í bussunum hjá Bussleiðini í Tórshavnar kommunu longur.

Sum smittustøðan er í løtuni, er tilmælið um munnbind ikki galdandi longur. Men veksur smittutrýstið, kemur tilmælið í gildi aftur.

Tilmælið um ferðafólk er tó framvegis galdandi. Mælt verður til, at í mesta lagi 25 fólk eru í hvørjum bussi.

Krevja læknaváttan

Kemur tilmælið um munnbind aftur, skulu tey, sum ikki vilja brúka munnbind, hava læknaváttan um, at tey ikki kunnu brúka munnbind.

Tórshavnar kommunu hevur spurt Koronuráðgevingina aftur um hetta, tí Løgtingsins umboðsmaður bað hana spyrja. Løgtingsins umboðsmaður fekk ein klagu um, at einki undantak var um munnbindini.

Fólk, sum hava dult heilsubrek, og tí ikki kunnu brúka munnbind hava ongan møguleika fyri flutningi í kommununi, tí onnur tilboð av sama slagi sum Bussleiðin eru ikki. 

Tilmælið frá Koronuráðgevingini er nú, at fólk, sum ikki brúka munnbind, hava eina læknaváttan, sum sigur, at tey kunnu ikki brúka munnbind.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025