Mohammed Bin Salman gav boð um at drepa Khashoggi

Mohammed Bin Salman gav boð um at drepa Khashoggi
Saudiarabiski krúnprinsurin gav boð um, at tíðindamaðurin Jamal Khashoggi í 2018 skuldi takast av døgum í Turkalandi
Khashoggi á veg inn á konsulátið
 
27.02.2021 - 10:17

Tað vísur kanning hjá amerikansku fregnartænastuni, skrivar DR. Fyrisitingin hjá Joe Biden, forseta, kunngjørdi úrslitið av kanningini í gjárkvøldið. 

Hetta er tekin um, at nýggja stjórnin í USA fer at handfara støðuna í Miðeystri øðrvísi enn Donald Trump. Í 2019 sýtti Trump fyri at kanna Khashoggi drápið. Undir valstríðnum lovaði Joe Biden, at øll lond skulu standa til svars fyri brot á mannarættindi. At úrslitið av Khashoggi kanningini nú er alment, er liður í hesum lyfti, siga greinarar, sambært DR.

Jamal Khashoggi var kendur politiskur andstøðingur, ættaður úr Saudiarabia, og í sínum yrki sum tíðindamaður skrivaði hann kritiskar greinar um kongsdømi í heimlandi sínum. 

2. oktober 2018 fór Jamal Khashoggi inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul. Hann skuldi fáa okkurt í rættlag í samband við at hann skuldi giftast. Unnustan bíðaði uttanfyri. Hann varð myrdur, og líkið varð burturbeint.

Drápið elvdi til fleiri diplomatiskar kreppur, tí eingin vildi taka ábyrgdina fyri horvna tíðindamannin. Trýst og politisk revsitiltøk frá fleiri londum fekk í 2019 Mohammed bin Salman, krúnprins í Saudi Arabia, at biðja um umbering fyri drápið, men hann tvíhelt um, at hann visti einki um málið. Men amerikanska fregnartænastan er ósamd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244