Gera yvirlit yvir tørv á bústøðum

Gera yvirlit yvir tørv á bústøðum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Rósu Samuelsen í Sambandsflokkinum
Rósa Samuelsen í Sambandsflokkinum spurdi landsstýriskvinnuna í heilsumálum um sosialt byggjarí
 
02.03.2021 - 14:31

Almannamálaráðið hevur ikki yvirlit yvir, hvussu nógvar kommunalar íbúðir eru til einsamallir forsyrgjarar, einsamallar menn og kvinnur og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar. Men tær størstu kommunurnar samstarva við landið um at hjálpa heimleysum persónum við víðfevndum sosialum trupulleikum.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til Rósu Samuelsen í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt um málið.

Gera býlisskrá

 Arbeitt verður við at fáa eina býlisskrá, so yvirlit fæst yvir, hvussu nógvir bústaðir eru í landinum, og hvussu nógv hús standa tóm. Hetta fer væntandi at geva eitt betri yvirlit yvir, hvussu nógvum bústøðum tørvur er á. 

Elsebeth Merecedis Gunnleygsdóttir sigur, at lógin um almannatrygd og tænastur fevnir um persónar við víðfevndum rúsdrekkatrupulleikum, men ikki einsamallar uppihaldarar.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum vísir á lógaruppskotið um at byggja bústaðir fyri 450 milliónir kr., sum er til viðgerðar í tinginum í løtuni. Hon sigur, at tað skal eisini eggja privatum at gera íløgur í bústaðarmarknaðin.

Almannaverkið hevur ávísingarrætt til fimtu hvørja íbúð hjá Bústøðum, og eisini er møguligt hjá einsamøllum uppihaldarum at skriva seg upp til ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum í upp til eitt ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114