Nú byrjar arbeiðið at gera nýtt sambýli

Nú byrjar arbeiðið at gera nýtt sambýli
Í dag klokkan 15 verður spakin settur í til nýggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík
Soleiðis er ætlanin, at nýggja Sambýlið á Mýrini í Hoyvík skal síggja út
Mynd: Teldugjørd mynd/Landsverk  
 
02.03.2021 - 07:33

Nýggja sambýlið á Mýrini er til fólk við menningartarni, og verður bygt, har tað frammanundan var eitt sambýli í tveimum sethúsum. Tey vóru tó í so ringum standi, at tey máttu takast niður. Nýggja sambýlið er til 18 búfólk, og verður sniðgivið og bygt til endamálið. 

Sambýlið fevnir um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørji eind. Tvær eindir fevna um sjálvstøðugar íbúðir á umleið 40 - 50 fermetrar. Knýtt at hvørji av hesum báðum eindunum verður køkur/stova.

46 milliónir krónur játtaðar

Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir, sum eru umleið 55 fermetrar brutto við egnari inngongd. Fyri einum mánað síðani samtykti løgtingið einmælt at játta 46 milliónir krónur til at byggja nýggja sambýlið á Mýrini.

Í tí sambandi upplýsti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, at arbeiðið, at byggja nýggja sambýlið, verður boðið út í mars, og lisitatiónin verður í apríl. Farið verður undir byggja í juni, og klárt verður at flyta inn umleið september/oktober næsta ár.

Tiltakið klokkan 15 í dag er fyri innbodnum. Tað verður stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, ið bjóðar vælkomin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ber fram røðu og loysir síðani fyrsta flagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210