Klaksvík skal hava nýggjan kommunustjóra

Klaksvík skal hava nýggjan kommunustjóra
Tummas Eliasen, sum hevur verið kommunustjóri í meira enn átta ár, gevst fyri aldur
Tummas Eliasen fer nú frá sum kommunustjóri í Klaksvík
 
03.03.2021 - 13:53

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra.

Tummas Eliasen fer frá fyri aldur. Hann hevur verið kommunustjóri í meira enn átta ár.

Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi, og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Klaksvíkar Kommunu og stovnum í kommununi. 

Kommunustjórin skal tryggja, at uppgávurnar verða loystar á høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.

Setast frá 1. juli

Hann skal millum annað eisini tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki, hann er ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum, og skal tryggja, at kommunan lurtar eftir borgarum, vinnuni, umheiminum og aktuellum kommunalum áhugamálum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Starvið verður sett frá 1. juli í ár, og tað er lønt í 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, uttan at vera tænastumannastarv.

Eisini verða 15 prosent í eftirlønargjaldi.

Evstamark at søkja er 6. apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286