Íslendska løgreglan kannar feløg í Føroyum

Íslendska løgreglan kannar feløg í Føroyum
Eftir Dag og Viku í annaðkvøld kemur ein sending um, hvussu Føroyar eru blandaðar upp í muturgøluna í Namibia
Sendingin "Teir ómettiligu" kemur eftir Dag og Viku í annaðkvøld
 
08.03.2021 - 12:52

Íslendska løgreglan kannar føroysk feløg, eftir at tað varð avdúkað, at íslendska felagið, Samherji, hevði mutrað embætisfólk í Namibia.

Tað váttar Taks fyri Kringvarpinum. 

Tað var í 2019, at túsundtals skjøl um virksemið hjá Samherja í Namibia, vórðu almannakunngjørd á síðuni wikileaks, sum kallast FishRot. 

Jóhannes Stefansson, fyrrverandi stjóri fyri namibiska virkseminum hjá Samherja, valdi tá at almannakunngera skjøl, sum góvu illgruna um, at Samherji hevur brotið fleiri lógir í royndini at faá fatur á namibiskum kvotum. 

Muturgølan hevur síðani havt við sær, at politimál eru reist í fleiri londum. Í Namibia eru fleiri leiðandi fólk hjá Samherja ákærd, og tey skulu fyri rættin í næstum. 

Biðið Taks um hjálp

Íslendska løgreglan kannar framvegis málið,  og hevur heitt á Taks um at fáa hjálp við at kanna føroysku feløgini sum Samherji eigur í, fyri at fáa greiðu á, um feløgini hava verið uppi í muturgøluni í Namibia. 

Tað eru trý feløg, sum Samherji hevur stovnað í Føroyum, um onnur dótturfeløg á Kypros. Feløgini eita Tindhólmur, Harengus og Scombrus. 

Í annaðkvøld sendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum dokumentarsendingina "Teir ómettiligu," sum m.a. snýr seg um, hvussu Føroyar eru blandaðar upp í muturgøluna í Namibia.

Sendingin kemur eftir Dag og Viku í annaðkvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585