Lula er ósekur í mutri

Lula er ósekur í mutri
Fyrrverandi brasilski forsetin sat í fongsli í 18 mánaðir
Lula da Silva var ein av best umtóktu forsetum í Brasil
 
09.03.2021 - 09:18

Fyrrverandi brasilski forsetin, Luis Inácio Lula da Silva, er ósekur í korrupsjón. Tað hevur ein dómari í hægstarætti í landinum gjørt av.

Lula, sum hann vanliga verður nevndur, var ein av best umtóktu forsetunum í Brasil, og fekk undirtøku frá øllum vinstravonginum. Tí kom tað sera illa við, tá hann varð dømdur fyri korrupsjón.

Hann sat í fongsli í 18 mánaðir, og varð latin leysur í 2019.

Hóast ein av dómarunum í hægstarætti nú sigur hann vera ósekan, skulu allir dómararnir í hægstarætti taka støðu til spurningin.

Eru teir samdir við fyrsta dómaran, so kann Lula aftur vera virkin í politikki í Brasil og stilla upp til forsetavalið næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650