203 koppsett í gjár

203 koppsett í gjár
3.997 fólk eru nú liðugt koppsett
185 fólk fingu fyrra prikið í gjár, og 18 fingu tað seinna
 
17.03.2021 - 13:01

Í gjár vórðu 203 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.

Talan var fyri tað mesta um fólk, sum eru 65 ár ella eldri, og sum fáa persónliga røkt ella hjálp.

185 fólk fingu fyrra prikið, og 18 fingu tað seinna.

Nú eru tilsamans 9.170 koppsetingar gjørdar í Føroyum, upplýsa heilsumyndugleikarnir á corona.fo

5.173 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 3.997 eru koppsett seinnu ferð, og eru nú liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775