Mark Rutte sleppur helst at halda fram

Mark Rutte sleppur helst at halda fram
Val er í Hollandi, og sambært veljarakanningunum stendur borgarligi flokkurin hjá forsætisráðharranum at verða størstur
Alt bendir á, at Mark Rutte sleppur at halda fram sum forsætisráðharri í Hollandi
 
17.03.2021 - 14:53

Í dag er tjóðartingsval í Hollandi. Og líkt er til, at Mark Rutte fer at halda sum forsætisráðharri.

Í veljarakanningum stendur borgarligi liberali flokkurin, VVD, til at vera størsti flokkur.

Sambært kanningunum fær flokkurin 35 tingsessir, tvífalt so nógvar sum næststørsti flokkur, Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders.

Valhølini lótu upp mánadagin.

Koronufarsóttin ger, at valhølini hava verið opin í tríggjar dagar.

37 flokkar stilla upp

Ikki síðani seinna heimsbardaga hava so nógvir flokkar stilla upp til val í Hollandi sum hesaferð.

Roknað verður við, at 15 av teimum 37 flokkunum, sum stilla upp, fáa umboð í tjóðartingið.

Mark Rutte hevur útilokað samstarv við Frælsisflokkin hjá Geert Wilders. Hann er ov víðgongdur, heldur forsætisráðharrin.

Skuldu rinda pengar aftur

Tað var ein politisk gøla, sum var orsøkin til, at val varð útskrivað.

Í desember í fjør kom fram, at fleiri barnafamiljur vóru í árunum frá 2012 til 2019 av órøttum álagdar at rinda statinum barnapengar aftur, tí umsóknarbløð vóru ikki fullfíggjað.

Formaðurin í hollendska javnaðarflokkinum legði frá sær stutt eftir, at málið kom fram, tí hann var sjálvur ráðharri í almannamálum frá 2012 til 2017.

Men sambært veljarakanningunum ávirkar málið hinvegin ikki sjálvan forsætisráðharran.

Roknað verður við, at allar atkvøðurnar eru taldar í nátt, ella fyrrapartin í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985