Grønland: Trý fólk druknað

Grønland: Trý fólk druknað
Blivu burtur, tá tey silgdu úr Narsaq til Qaqortoq
 
21.03.2021 - 12:49

Trý fólk í Grønlandi eru druknað aftaná at jollan hjá teimum koppaði á leiðini millum Narsaq og Qaqortoq.

Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq. 

Tað var fríggjadagin um middagsleitið grønlendska tíð, at byrjað varð at leita eftir teimum trimum fólkunum í jolluni, eftir at tey ikki komu fram til Qaqortoq. Ein túrur, sum vanliga bara tekur umleið ein tíma.

Ein løgreglubátur, vaktarskipið Thetis hjá Arktis Kommando og tvær tyrlur luttóku í leitingini. 

Um fýra tíðina fríggjadagin funnu leitingarfólk eina kvinnu og ein mann í sjónum. Bæði vóru druknað. 

Og í gjárkvøldið varð tað triðja fólkið, ein maður, eisini funnið druknaður.

Leitingararbeiðið varð sambært Sermitsiaq darvað av kavaveðri og vánaligum sýni á leiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083