Avhoyra Solberg fyri brot á koronutilmæli

Avhoyra Solberg fyri brot á koronutilmæli
Fleiri fólk enn loyvt vóru í veitslu, tá norski forsætisráðharrin helt 60 ára føðingardag
Erna Solberg, forsætisráðharri, er undir illgruna fyri at hava brotið koronutilmælini, tá hon fylti 60 ár
 
23.03.2021 - 14:31

Norska løgreglan avhoyrir Erna Solberg, forsætisráðharra, í sambandi við eina veitslu á Geilo herfyri, har nógv fólk var í veitslu.

Í síðstu viku fór løgreglan undir kanningar um brot á smittuverndarásetingarnar, í sambandi við 60 ára føðingardagsveitsluna hjá Ernu Solberg á Geilo. 

Maður Ernu Solberg, Sindre Finnes, verður eisini avhoyrdur.

Tá ið kanningar og avhoyringar eru lidnar, fer ákæruvaldið at taka støðu til, um ákæra skal reisast, upplýsir norska løgreglan fyri VG.

Higartil er eingin skuldsettur.

Ikki biðið um advokathjálp

Sambært VG, hava hvørki Erna Solberg ella maður hennara, sum varð avhoyrdur í gjár, biðið um advokathjálp.

Erna Solberg hevur skrivað á Facebook um mistøkini í sambandi við veitsluna,  m.a. at 14 í familjuni vóru í EINARI íbúð á gistingarhúsinum.

- Tað eru fýra ov nógv. Vit áttu ikki at gjørt tað, og eg átti at havt steðgað tí. Tað gjørdi eg ikki, og eg kann bara biðja um umbering, skrivar Erna Solberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028