Eina løtu í himmiríki

Eina løtu í himmiríki
Føroyingar vóru í himmiríki eitt bil, tá Sonni Ragnar Nattestad skallaði til 1-0, men teir komu niður aftur á jørðina, og Eysturríki vann trygt
Sonni Ragnar var hægstur í málteiginum, og skallaði Føroyar framum
 
28.03.2021 - 19:45

Sonni Ragnar Nattestad sendi Føroyar upp í skýggini, tá hann var hægstur og skallaði bóltin netið, men leiðslan helt ikki leingi, og Eysturríki vann til endans ein tryggan og uppibornan sigur. 

Føroyska liðið kom - sum væntað - undir trýst frá byrjan, men tað eydnaðist eisini føroyingunum at spæla bóltin ímillum sín.

Føroyar fingu eisini fyrstu royndina móti málinum, tá Jóan Símun Edmundsson legði bóltin til Hall Hansson, sum royndi seg við innaru síðu av brotsteigarmarkinum, men uttanfyri.

Men næstu løtuna vóru eysturríkarar sera nær við at fáa mál. Fyrst bjargaði Gunnar Nielsen frá Marcel Sabitzer, áðrenn føroyski málverjin klóraði bóltin burtur av mállinjuni, eftir at Christoph Baumgartner rakti stongina.

Sonni Ragnar skelkar eysturríkarar

Føroysku spælararnir bitu frá sær. Hallur Hansson vann fríspark í vinstru, og málverjin hjá Eysturríki, Alexander Schlager, bjargaði til horna. Minuttin seinni løgdu Føroyar seg á odda.

Jóan Símun Edmundsson sendi horna innfyri úr høgru, Sonni Ragnar Nattestad stakk seg upp inni í málteiginum og skallaði avgjørdur Føroyar framum. 

Eysturríki royndi at trýsta hinvegin, og einstakir møguleikar komu eisini burturúr. Eftir 25 minuttir skeyt David Alaba lágt og hart av brotsteigarmarkinum, men Gunnar Nielsen var skjótur niðri og bjargaði.

Beint eftir vóru Føroyar og Sonni Ragnar Nattestad nær við at økja til 2-0. Brandur Hendriksson Olsen sendi eitt innlegg til handaru stong, og miðverjin var aftur hægstur, men Schlager bjargaði til horna.

Missa takið

Føroysku spælararnir stríddust manniliga, men eftir hornaspark úr vinstru javnaði Eysturríki. Teir skallaðu til aftara økið, og har var Alexandar Dragovic leysur.

Trýstið øktist alsamt, og tað hevði eisini við sær, at heimaliðið legði seg á odda. Sonni Ragnar Nattestad og Heini Vatnsdal fóru eftir sama bólti, og so kundi Baumgartner skjóta leysa bóltin lágt í hornið.

Tað sá út til, at Føroyar fóru at halda støðuna til hálvleiks, men ein minutt fyri steðgin økti Sasa Kalajdzic til 3-1. Føroyingarnir mistu bóltin eftir innkast, og so gekk skjótt fram í hin endan.

Fáa ikki fatur á bóltinum

Trýstið var øgiligt frá byrjan í seinna hálvleiki, og fleiri ferðir kundi Eysturríki havt økt. Størsta kjansin fekk Baumgartner, tá David Alaba gandaði við vinstra beini, men skotið fór framvið. 

Føroyingarnir fingu ikki fatur á bóltinum, Håkan Ericson tók avleiðingarnar og skifti Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð inn í sama viðfangi. 

Um tað hjálpti, skal verða ósagt, men trýstið linkaði munandi, og heimaliðið tóktiskt vera nøgt við 3-1 støðuna, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. 

Eysturríki-Føroyar, 3-1 (Wien)
0-1 Sonni Ragnar Nattestad, 19 min.
1-1 Alexandar Dragovic, 30 min.
2-1 Christoph Baumgartner, 37 min.
3-1 Sasa Kalajdzic, 44 min.
 



 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096