Varaborgarstjórin: Finnið eitt hóskandi skip

Varaborgarstjórin: Finnið eitt hóskandi skip
Fólk hava krav um reglusemi á Nólsoyarleiðini, heldur Annfinn Brekkstein
 
28.03.2021 - 09:18

Varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein, mælir leiðsluni á Strandferðsluni til at finna hóskandi skip til Nólsoyarleiðina. 

Hann vísir í lesarabrævi á, at nógvu avlýsingarnar við Erlu Kongsdóttir vísa greitt, at skipið ikki er álítandi á leiðini millum Nólsoy og Havnina. 

Loysnin er avloysaraskip, sum megnar bæði aldu og harðan streym. Eitt skip, sum altíð kann brúkast, og har pláss er fyri fólki, bilum og vanligum farmi.

– Reglusemi er minsta kravið, sum vit mugu kunna seta til hesa farleiðina, sum er sjálv lívsæðrin hjá nólsoyingum, skrivar varaborgarstjórin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265