Tvey evni til landsstýrisformann í Siumut

Tvey evni til landsstýrisformann í Siumut
Grønlendski flokkurin Siumut vil ikki vita av fyrrverandi floksformanninum, Kim Kielsen, sum tó framvegis er landsstýrisformaður
Kim Kielsen.
 
04.04.2021 - 16:44

Grønlendski flokkurin Siumut vil ikki vita av fyrrverandi floksformanninum, Kim Kielsen, sum tó framvegis er landsstýrisformaður.

Higartil hevur Kim Kielsen bara við í einari valsending í sjónvarpinum.

Hann skuldi vera við í einum kjaki í sjónvarpi fríggjadagin, men leiðslan í Siumut avgjørdi nakrar fáar tímar fyri sendingina, at hann skuldi ikki við kortini. 

Tað skrivar KNR, grønlendska kringvarpið.

Siumut vinnur ikki

Nýggjasta veljarakanningin sigur, at IA vinnur valið týsdagin.

So í løtuni er ikki sannlíkt, at Siumut fær landsstýrisformannin eftir valið.

Men skuldi tað hent, er spurningurin, hvør verður landsstýrisformaður, Kim Kielsen, ella floksformaðurin Erik Jensen.

Kim Kielsen sigur við KNR, at hann er til reiðar at halda fram í sessinum. 
 
Og Erik Jensen sigur, at fær Siumut landsstýrisformannin, so verður tað hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006