Bilasølan álopin av teldusníkum

Bilasølan álopin av teldusníkum
Bilasølan í Havn -  á facebook væl at merkja - er álopin av teldusníkum við einum følskum profili
 
05.04.2021 - 14:56

Bilasølan í Havn -  á facebook væl at merkja - er álopin av teldusníkum við einum følskum profili. Teldusníkarnir hava gjørt ein vanga líkur henni hjá Bilasøluni og hava sent fólki boð á messenger, um at tey hava vunnið tvey Magn kort. 

Boðini eru á donskum, og tí varnast fólk flest, at okkurt illgrunasamt er við boðunum. Harumframt vilja boðini frá teldusníkum hava, at tú trýstir á eina leinkju, so fært tú vinningin. Men hetta skal man ikki gera, tí illgruni er um, at talan er um teldusníkar sum royna at leggja ein virus á telduna hjá tær. 

 

Teldusníkar
Hendrik Egholm er stjóri og eigari á Bilasøluni. 

- Tey serkønu, sum hava facebook um hendi á Bilasøluni, siga, at talan er hægst sannlíkt um teldusníkar, sum royna at fáa okkurt frá tær. 
Hann heitir á fólk um ikki at trýsta á leinkjuna, men sletta boðini og fráboða facebook, at teldusníkar royna at koma á telduna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483