USA: Rættarmálið heldur fram

USA: Rættarmálið heldur fram
Rættarmálið móti Derek Chauvin, løgreglumanni, sum er undir illgruna fyri at hava dripið George Floyd 25. mai 2020, heldur á fram í dag
George Floyd, sáli, avmyndaður á einum veggi.
 
05.04.2021 - 16:10

Rættarmálið móti Derek Chauvin, fyrrverandi løgreglumanni, sum er ákærdur fyri at hava dripið George Floyd 25. maj 2020, heldur á fram í dag. 

Í farnu viku góvu 19 fólk, sum vóru vitni til handtøkuna, vitnisfrágreiðing framman fyri nevningatinginum í Minneapolis. Fleiri av teimum brustu í grát, tá ið tey royndu at leggja uppí ella mótmæltu handtøkuna, sum vardi í næstan níggju minuttir.

Rasismukjakið tikið seg uppaftur

Góðar tveir minuttir var George Floyd uttan vit. Richard Zimmerman, sum eisini var løgreglumaður á staðnum, segði, at eingin undanførsla var hjá Derek Chauvin at brúka knæið at halda George Floyd niðri so leingi. 

Derek Chauvin er ákærdur fyri manndráp av øðrum og triðja slagi. Seinni í dag skal løgregluovastin lata vitnisfrágreiðing um løgregluvenjing og taktikk í slíkum førum, sum hesin. 

Drápið á George Floyd og rættarmálið móti Derek Chauvin hava sett eld í rasismukjakið enn einaferð í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083