Kanning: IA vinnur valið

Kanning: IA vinnur valið
Fyri valið í Grønlandi í dag vísa kanningar, at Inuit Ataqatigiit fær 36 prosent av atkvøðunum og vinnur valið
 
06.04.2021 - 07:14

Líkt er tí til, at formaður floksins, Mute B. Egede, verður næsti landsstýrisformaður. IA fær, sambært kanningini, 12 tingsessir, fýra fleiri enn flokkurin hevur nú. 

31 tingsessir eru. Bara tveir flokkar vildi seta navn á landsstýrisformannin, tá formansumfar var í sjónvarpinum hjá KNR í gjárkvøldið.

Teir eru Inuit Ataqatigiit, sum nevndi Mute B. Egede, og Atassut, sum nevndi Aqqalu Jeremiassen. Siumut, sum hevur landsstýrisformannin nú, fer ikki at klára seg væl, siga kanningar.

Flokkarnir ósamdir um námsvinnu-ætlanir

Siumut fær 23 prosent og missir ein sess í landstinginum. Viðvíkjandi Siumut er spennandi, hvør fær fleiri atkvøður, Kim Kielsen, núverandi landsstýrisformaður og fyrrverandi floksformaður, ella Erik Jensen, sum nú er floksformaður.

Sjey flokkar stilla upp á valinum í dag. Eitt av høvuðsevnunum til valið í dag um námsvinna skal vera í Grønlandi, og tað er altjóða áhugi fyri valinum av hesi somu orsøk, tí stór altjóða feløg eru áhugað í at sleppa at útvinna eitt nú sjáldsom mineral, sum eru í sera stórum nøgdum í Grønlandi, serliga í Suðurgrønlandi.

IA vil ikki hava námvinnu í Suðurgrønlandi. Tað vil Siumut. Ein kanning vísir, at 71 prosent av grønlendingum eru ímóti náminum, sum ætlanin er at gera í Kuannersuit, tað sum eisini verður kallað kvanefjeldet.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423