Fleiri fingið koronu eftir lidna koppseting

bannari
Fleiri fingið koronu eftir lidna koppseting
Sjey fólk í Noregi hava fingið staðfest smittuna hóast tey vóru liðugt koppsett
 
09.04.2021 - 09:23

Sjey norðmenn hava fingið staðfest koronu tveir mánaðir eftir teir vóru liðugt koppsettir. Tað skrivar norska, TV2. Eisini fimm starvsfólk og tvey avvarðandi eru smittað.

Talan er um sjey fólk á einum røktarheimi í Jessheim í Norra, sum hava fingið koronu. Trý av teimum sjey fólkunum eru smittað við brasilska ella suðurafrikanska koronuslagnum.

Yvirlæknin í kommununi, Laurence Jary Vattøy, er bilsin av, at smittan er staðfest hjá liðugt koppsettum fólki. Í kommununi stúra tey fyri, at fleiri fólk fara at fáa staðfest koronu næstu dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120