- Tíðindi, mentan og ítróttur
Langar bíðirøðir í Kastrup - floghavnin herðir trygdareftirlitið
Langar bíðirøðir í Kastrup - floghavnin herðir trygdareftirlitið
Ferðandi í Schengen-økinum - eisini føroyingar - skulu møta tveuir tímar undan fráferð

Langar bíðirøðir eru í Kastrup í morgun.
Mynd: Berlingske
23.10.2026 - 08:22
Í morgun eru fleiri hundrað metrar langar bíðirøðir á flogvøllinum í Kastrup, skrivar danska TV 2.
Orsøkin er, at kravið um mannagongdir í trygdareftirlitinum er hert.
Á heimasíðuni mælir floghavnin í Kastrup ferðandi í Schengen-økinum til at møta tveir tímar undan fráferð.
Hetta er eisini galdandi fyri føroyingar, tí í loftferðsluhøpi eru vit eisini í Schengen-økinum.
Ferðafólk, sum ikki eru í Schengen, skulu møta í Kastrup tríggjar tímar fyri fráferð.
Sambært Ekstrablaðnum verður hert trygdareftirlit væntandi alt vikuskiftið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























