Norwegian verður bjargað

Norwegian verður bjargað
Skal bjargingarætlanin eydnast, verður neyðugt við meira enn trimum milliardum aftrat, og norska stjórnin vil eisini lata felagnum kreppulán
Arbeitt verður við einari bjargingarætlan fyri norska lágprísfelagið Norwegian
 
13.04.2021 - 10:14

Ein dómari í Oslo hevur góðkent bjargingarætlanina fyri flogfelagið, Norwegian, sum arbeitt verður við.

Fyri nøkrum vikum síðani varð ætlanin eisini góðkend í Írlandi, har felagið hevur meginpartin av sínum fíggjarliga virksemi.

Tí verður mett, at bjargingarætlanin helst fer at hava við sær, at flogfelagið kann halda fram.

Men neyðugt er við 3,3 milliardum krónum í okkara peningi aftrat, umframt at norska stjórnin sigur seg verða sinnaða at lata felagnum 1,5 milliardir kr. í kreppuláni.

Haraftrat mugu privatfólk seta væl av peningi í felagið, skrivar Ritzau.

Framstig fyri floghavnir og ferðafólk

At Norwegian helst fer at halda fram, verður mett sum eitt framstig fyri bæði floghavnir í norðurlondum og fyri ferðafólk, sum framvegis fara at fáa bíligar ferðaseðlar av kappingini.

Stjórin í felagnum, Jacob Schram, sigur seg fegnast um gongdina higartil, og hann sigur seg vænta, at felagið fer at fáa nóg mikið av peningi í mai.

Hóast Norwegian eftir øllum at døma fer at halda fram, so verður tað minni í vavi, tí felagið fer ikki at flúgva langar teinar, ikki í fyrstu syftu í øllum førum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083