Søkja aftur eftir kommunustjóra í Klaksvík

Søkja aftur eftir kommunustjóra í Klaksvík
Átta umsóknir komu til starvið, men ov fáar umsóknir eru skikkaðar at velja ímillum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri
Starvið sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu er lýst leyst av nýggjum
 
15.04.2021 - 11:43

Klaksvíkar kommuna søkir nú aftur eftir kommunustjóra.

Kommunan søkti fyrst í mars eftir nýggjum kommunustjóra, men nú verður starvið endurlýst.

Lúka ikki treytirnar

Tá freistin at søkja starvið var úti, vóru átta umsóknir komnar, men hetta er kortini ikki nóg mikið, at starvið kann setast.

- Nakrar umsóknir lúka ikki treytirnar í starvslýsingini, og onkur onnur kann ikki definerast sum umsókn, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík.

- Tað vóru ov fáar skikkaðar umsóknir at velja ímillum, tá vit viðgjørdu tær, sigur borgarstjórin, sum eisini hevur havt ein uttanhýsis ráðgeva at hyggja at umsóknunum.

Tummas gevst

Nýggi kommunustjórin í Klaksvík skal avloysa Tummas Eliasen, sum gevst fyri aldur eftir at hava røkt starvið í átta ár.

Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi, og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Klaksvíkar kommunu og stovnum í kommununi. 

Kommunustjórin skal tryggja, at uppgávurnar verða loystar á høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.

Umsóknarfreistin 3. mai

Umsóknarfreistin til starvið, nú tað er endurlýst, er 3. mai, og miðað verður eftir, at kommunustjórin skal byrja í starvinum 1. juli.

Starvið er lønt í 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, og mánaðarlønin er 58.000 krónur umframt 15 prosent í eftirlønargjaldi.

Tummas Eliasen, sum hevur verið kommunustjóri í átta ár, gevst nú í starvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364