Ógreitt hvør skipar landsstýri í Grønlandi

Ógreitt hvør skipar landsstýri í Grønlandi
Samráðingarnar eru lidnar, men ógreitt er, hvør verður í landsstýrissamgonguni, ella um IA skipar landsstýri einsamallur og hevur stuðulsflokkar
Mute B. Egede, formaður í IA, leggur samgonguskjalið fram seinnapartin
 
16.04.2021 - 15:27

Eftir øllum at døma eru landsstýrissamráðingarnar í Grønlandi lidnar, og seinnapartin fer Inuit Ataqatigiit at leggja samgonguskjalið fram.

Mute Egede, formaður í IA, fer at skriva undir samgonguskjalið við hin ella hinar floksformenninar í samgonguni, og síðani verða høvuðsøkini í samgonguskjalinum kunngjørd, skrivar Sermitsiaq.

Tað er óvist, hvør verður við í nýggju samgonguni, men Demokraatit og Siumut eru longu farnir burtur úr samráðingunum, so nýggja samgongan verður við Naleraq og kanska eisini Atassut.

Samgonga og stuðulsflokkar

Tað veldst, um Mute Egede og Inuit Atagatigiit vilja hava tepran meiriluta við sínum egnu 12 tinglimum og  fýra hjá Naleraq, ella um tey hava tikið tveir tinglimir aftrat við frá Atassut.

Ein annar møguleiki er, at IA skipar samgongu einsamallur, og hevur Naleraq og Atassut sum stuðulsflokkar, soleiðis sum gjørt var í undanfarna valskeiði, tá Demokraatit var stuðulsflokkur.

Mute Egede fer í dag eisini at kunngera, hvørji landsstýrisfólkini verða.

Nýggja tingsetan byrjar 23. apríl, og tá skal Landstingið góðkenna landsstýrisfólkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439