Gigni skal hava nýggjan fakligan stjóra

Gigni skal hava nýggjan fakligan stjóra
Elin Ziska, sum tók við starvinum sum fakligur stjóri í Gigni 1.januar í fjør, hevur sagt upp
Freistin at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni er 23. apríl. Nýggi stjórin skal taka við 1. juni
 
19.04.2021 - 10:09

Heilsutrygd søkir eftir fakligum stjóra til Gigni.

Gigni virkar sambært løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, og umsitur heilsufrøðiliga tænastu til  barnafamiljur, skúlabørn, skúlar, barnaverndartænastur og stovnar fyri børn og ung.

Tann, sum fær starvið, skal hava lokið prógv sum heilsufrøðingur.

Stjórin skal taka við 1.juni. Freistin at søkja er til á middegi 23.apríl.

Fáa ikki sett varaleiðara

Elin Ziska tók við starvinum sum fakligur stjóri í Gigni 1.januar í fjør. Men hon hevur sagt upp.

Orsøkin er, at Heilsutrygd fær ikki sett varaleiðara til Gigni. 

Ósemja er um starvið millum Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860