Namibia vil hava hendur á íslendingum

Namibia vil hava hendur á íslendingum
Eingin avtala um útflýgging er millum londini, sigur íslendski ríkisákærin
 
24.04.2021 - 10:05

Ákæruvaldið í Namibia ætlar at fáa tveir íslendingar, sum eru ákærdir í Fishrot-málinum, útflýggjaðar til Namibia. Men ríkisákærin í Íslandi sigur, at eingin avtala um útflýgging er millum londini.

Ríkisákærin í Namibia, Ed Maron-dedze, kunngjørdi í februar ákæruritið, har 26 fyritøkur og einstaklingar eru ákærd í málinum.

Ikki ákærdir enn

Í ákæruritinum verða teir tríggir Egil Helgi Árnason, Aðalstein Helgason og Ingvar Júliusson, nevndir, og teir hava allir verið stjórar í fyritøkum, sum Samherji eigur.

Teir eru tó ikki ákærdir. Egil Helgi Árnason og Aðalstein Helgason vóru stjórar í Esja Holding og Mermaira SEfood Namibia, og Ingvar Juliusson var fíggjarstjóri í Saga Seafood, Esja Investment og Heinaste Investment.

Fyrireikandi rættarfundur skuldi eftir ætlan verða í namibiska høvuðsstaðnum hósdagin, men fundurin er útsettur til 20. mai, skriva íslendskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598