Bygningurin til Sjóvinnustýrið samtyktur

Bygningurin til Sjóvinnustýrið samtyktur
Nýggi bygningurin, sum verður á Giljanesi, fer at kosta 30 mió. kr.
Soleiðis fer nýggi bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi at siggja út
Mynd: Zeta arkitektar  
 
27.04.2021 - 15:30

Løgtingið hevur samtykt at heimila landsstýrismanninum í vinnumálum at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið á Giljanesi fyri 30 milliónir kr.

Uppskotið varð einmælt samtykt við aðru viðgerð.

26 atkvøður vóru fyri og eingin ímóti. Málið skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum.

3,7 mió. kr. aftrat

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, metti upprunaliga í sínum uppskoti, at bygningurin fór at kosta 26,3 milliónir kr., men eftir at tilboðini komu inn, bað landsstýrismaðurin fíggjarnevndina um at hækka upphæddina 3,7 milliónir, upp í 30 milliónir kr.

Fíggjarnevndin tók undir við hesum og setti fram broytingaruppskot, og tað samtykti løgtingið.

Umsitingarbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi verður slakar 800 fermetrar.

Tilboðið, sum leyk bestu treytirnar, var slakar 24 milliónir. 6,4 milliónir krónur verða lagdar aftrat, m.a. til eykaavtalur, lønar- og prísvøkstur og fakeftirlit.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098