Kristján Þór svarar ikki spurningum um trýst

Kristján Þór svarar ikki spurningum um trýst
Íslendskir fjølmiðlar vilja vita, um Kristján Þór Júliusson legði trýst á føroyska landsstýrið, sum vildi hava útlendskan eigaraskap úr fiskivinnuni
 
27.04.2021 - 19:53

"Eg sigi bara follow the money."

Tað er yvirskriftin í blaðgrein í íslendska blaðnum Stundin, sum kom út 23. apríl. Orðini eigur tjóðveldisformaðurin Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður í fiskivinnumálum árini frá 2015 til 2019.

Tað vakti ans í Íslandi, tá ið Høgni Hoydal segði í sjónvarpssamrøðu herfyri, at íslendingar, serliga politikarar í Sjálfstæðisflokkinum, javnan løgdu trýst á seg og landsstýrið, tá ið undanfarna samgonga við fiskivinnunýskipanini ætlaði at fáa útlendskan eigaraskap úr føroysku fiskivinnuni í 2024 og 2025.

SÍ SAMRØÐUNA HER

Høgni Hoydal sigur í viðtalu við Stundina, at tað er óvanligt, at íslendskir politikarar leggja seg út í føroysk viðurskifti. Hann vil framvegis ikki avdúka, hvørjir politikararnir vóru, sum royndu at tala landsstýrinum frá at fáa útlendskan eigaraskap úr føroyskari fiskivinnu, men hann sigur kortini, at tað var hvørki Bjarni Benediktsson ella Katrín Jakobsdóttir, sum vóru forsætisráðharrar um hetta mundi.

- Eg sigi bara follow the money, verður Høgni Hoydal endurgivin fyri at siga.

Íslendskir politikarar mutaðu ímóti, at Samherji skuldi sleppa sær av við sín ognarlut. Íslendska felagið Samherji eigur ein fjórðing í Framherja, og Tórsteinn Már Baldvinsson, stjóri í Samherja, hevur eisini verið nevndarformaður í føroyska felagnum.

Samherji eigur ikki bara stóran kvotapart í Íslandi og Føroyum, men virkar - eisini sum eigari - í fiskivinnu í Týsklandi, Póllandi, Bretlandi, Kanada, Fraklandi, Spania, Portugal og í fleiri londum í Afrika.

Gunnarsdóttir vísir aftur

Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir úr flokkinum Viðreisn var fiskimálaráðharri frá januar til november 2017. Hon sigur, at hon samskifti javnan við føroyska starvsfelagan, men vísir samstundis aftur, at hon royndi at tosa landsstýrinum frá at fáa útlendskan eigaraskap úr føroyskari fiskivinnu.

- Eg hevði javnan samskifti við Høgna Hoydal, og eg havi stóra virðing fyri honum, men vit tosaðu ongantíð um fiskivinnunýskipanina, sigur hon við Stundina.

Í Íslandi verður roknað við, at Kristján Þór Júlíusson úr Sjálfstæðisflokkinum, sum hevur verið fiskimálaráðharri síðan november 2017, var við til at leggja trýst á føroyska landsstýrið. Hann er fyrrverandi nevndarformaður í Samherja og barndómsvinmaður stjóran Tórsteinn Már Baldvinsson.

Stundin hevur í fleiri umførum roynt at fáa Kristján Þór Júlíusson at svara, um hann var við til leggja trýst á føroyska landsstýrið, men hann hevur ikki svarað mongu fyrispurningunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885