Eftirlýsa vitni

Eftirlýsa vitni
Løgreglan vil frætta frá fólki, sum vita okkurt, ið kann hava samband við, at kúlan av einum hvali varð hongd upp í húkin í Klaksvík
 
30.04.2021 - 12:11

Enn hevur løgreglan ikki frætt frá vitnum, sum kunnu hava sæð ella hoyrt nakað, ið kann hava týdning fyri málið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgfrøðiliga er talan um eitt herverksmál, og tað kostar eisini at rudda upp aftaná eitt sovorðið mál sum tað í Klaksvík náttina til hósdagin.

– Tað er eisini ein ringur boðskapur at senda, tá nú øll onnur viðurskifti, ið annars hava við grindadrápið at gera, eru í lagi, sigur vaktleiðarin.

Tað var eftir eina lítla grind, sum legði beinini í Hvannasundi mikudagin, at kúlan á einum hvali varð hongd upp í húkin í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938