Lene Terp: Hepnið var ikki við okkum

Lene Terp: Hepnið var ikki við okkum
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum kom í bólk saman við Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn í HM-undankappingini
Kára Djurhuus og hinar á føroyska landsliðnum fingu ein truplan bólk
Mynd: FSF  
 
30.04.2021 - 17:00

Føroyar komu í bólk B saman við Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn í HM-undankappingini. Tað er greitt eftir lutakastið í dag.

Landsliðsvenjarin, Lene Terp, er spent upp á uppgávuna, men heldur, at lutakastið kundi verið betri.

– Eitt lutakast snýr seg um hepni, og tað var ikki ordiliga við okkum í dag. Har vóru nógvir møguleikar í pottunum, sum vit á pappírinum høvdu verið javnari við, men tey londini fingu vit ikki í okkara bólk, sigur Lene Terp við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

– Mótstøðuliðini eru øll sera sterk, sjálvandi við Spania sum favoritti. Men hini londini eru eisini millum tey ovastu í hvørjum sínum styrkisbólkum, so vit hava nakrar truplar, men eisini gevandi dystir fyri framman, sigur Lene Terp, landsliðsvenjari.

Dystarskráin verður nú løgd, og fyrstu dystirnir í undankappingini verða spældir í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514