Datt í havið

Datt í havið
Tað, sum var eftir av kinesisku rúmdarrakettini, Long March, er dottið niður í indiska havið
Long March á veg upp og út í rúmdina.
 
09.05.2021 - 10:09

Tað, sum var eftir av kinesisku rúmdarrakettini, Long March, er dottið niður í indiska havið, upplýsa almennir kinesiskir myndugleikar.

Meginparturin av rakettini kolaðist upp í atmosferuni. 

Óvissa hevur verið um, hvar rakettin fór at detta niður, og um hon fór at raka landaøki, har fólk býr.

Fór út í apríl

Rúmdarakettin varð skotin út í apríl, og hon hevur verið í rúmdini við lutum, sum skulu brúkast at byggja eina nýggja kinesiska rúmdarstøð, ið væntandi verður liðug næsta ár.

Tá rakettin skuldi seta kós móti jørðini, mistu kinesisku myndugleikarnir tamarhaldið á henni, og í fleiri dagar varð stúrt fyri, at hon kundi detta niður í øki á breiddarstigum, har fólk býr, m.a. í New York, Madrid, Beijing, Kili og Wellington í Nýsælandi.

Í morgun kunngjørdu kinesisku myndugleikar so, at tað, sum er eftir av rakettini, er dottið niður í indiska havið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070