Geislavirknið í Tjernobyl veksur

Geislavirknið í Tjernobyl veksur
Maðurin, sum varðar av kjarnorkuverkum í Ukraina, útihýsir ikki møguleikanum fyri eini vanlukku
Sprinklaraskipan hevur hildið stiginum av geislavirkni niðri eftir vanlukkuna í 1986, men nú er geislavirknið vaksið aftur
 
10.05.2021 - 13:23

Nú, 35 ár eftir spreingingina í kjarnorkuverkinum í Tjernobyl í Ukreina, er geislavirknið í toftunum eftir verkið aftur farið at vaksa, av ókendari orsøk.

Tað skrivar svenska kringvarpið.

Sprinklaraskipan hevur hildið stiginum av geislavirkni niðri eftir vanlukkuna í 1986. 

Tað er nógv óvissa, og vit kunnu ikki útihýsa møguleikanum fyri ein vanlukku

Maxim Saveliev

Men nú skrivar heimasíðan Sciencemag.org, at mátitólini, sum hava eftirlit við gamla reaktorinum,  vísa størri nøgdir av neutronum, sum leka úr einum rúmi, sum sprinklaraskipanin ikki røkkur til. 

Kunnu ikki útihýsa møguleika fyri vanlukku

- Tað er nógv óvissa í hesum, sigur Maxim Saveliev, sum varðar av trygdini á kjarnorkuverkum í Ukraina.

- Vit kunnu ikki útihýsa møguleikanum fyri eini vanlukku, sigur hann.

Men nøgdin av geislavirkni veksur spakuliga, og tað merkir, at Ukraina hevur nøkur ár til at finna eina loysn, sigur Maxim Saveliev.

Í Japan fylgja tey neyvt gongdini í Tjernobyl og hvørja loysn. ukrainsku myndugleikarnir finna, tí Japan hevur sína egnu kjarnorkuvanlukku at taka sær av. Tað er vanlukkan í Fukushima fyri 10 árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070