Talið á deyðum veksur

Talið á deyðum veksur
Trygdarráðið hjá ST kemur saman í dag at viðgera støðuna í Ísrael og Gaza
Í minsta lagi 35 fólk í Gaza og fimm fólk í Ísrael eru deyð í ófriðinum seinastu dagarnar
Mynd: AP  
 
12.05.2021 - 08:18

Talan er um ein afturlatnan fund. Fleiri lond hava lagt trýst á fyri at savna trygdarráðið. Sameindu Tjóðir ávarar um, at ófriðurin kann enda í veruligum kríggi.

Sendimaðurin hjá Sameindum Tjóðum, norski Tor Wennesland, heitir á partarnar um at steðga rakettálopunum beinanvegin, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Tor Wennesland varð útnevndur serligur samskipari í desember, og virkar sum ovasta umboðsfólk hjá aðalskrivaranum, António Guterres, í øllum politiskum og sendiharraligum málum millum palestinar og ísraelar.

– Politiskir leiðarar á báðum síðum mugu taka ábyrgd og fáa frið. Steðgið ófriðinum.

Tor Wennesland, sendimaður hjá ST

40 fólk hava nú latið lív eftir ófriðin, sum hevur verið í Gaza og Ísrael síðstu dagarnar. Í minsta lagi 35 fólk í Gaza og fimm fólk í Ísrael eru deyð.

Ófriðurin er tann ringasti síðani 2014, tá ið tað eisini var stríð millum Ísrael og Gaza. Í nátt eru fleiri enn 100 rekettir skotnar úr Gaza inn í Ísrael, og Ísrael hevur eisini framt loftálop á fleiri mál í Gaza.

Í gjárkvøldið bumbaði Ísrael ein bygning í 12 hæddum í Gaza, har fólk búðu og har Hamas, sum hevur ræðið í Gaza, eisini hevði skrivstovur. Tey, sum búðu í bygninginum, høvdu fingið boð um at fara úr bygninginum, áðrenn hann varð javnaður við jørðina.

Ísraelski herurin skrivar á Twitter, at hann hevur gjørt av við nøkur leiðandi fólk í Hamas. Hamas hevur tó ikki váttað hetta.

Ófriður hevur verið í Jerúsalem, og í gjárkvøldið gjørdist eisini rættiliga ófriðarligt í ísraelska býnum Lod, har bæði jødar og arábarar búgva.

Ísraelskir arábarar høvdu sett eld á bilar og mótmælt harðliga, skrivar BBC. Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, boðaði í gjárkvøldið frá undantaksstøðu í býnum, og hann hevur sent fleiri herðmenn til býin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819