Nú verða minkarnir grivnir uppaftur

bannari
Nú verða minkarnir grivnir uppaftur
Arbeiðið, við at grava 13.000 tons av minkum í Danmark uppaftur úr jørðini, byrjaði í lýsingini í morgun
Minkarnir í Danmark, sum vórðu avlívaðir seint í fjør, verða nú grivnir uppaftur og brendir
Mynd: DR  
 
13.05.2021 - 09:19

Minkarnir vórðu avlívaðir og grivnir niður seint í fjør, men nú skulu teir fýra milliónir minkarnir gravast upp og brennast.

Klokkan hálvgum fimm í morgun fór fyrsti lastbilurin við minkum úr Nørre Felding móti Sønderborg, skrivar danska sjónvarpsstøðin, TV2.

Brennast trý støð í Danmark

Nakrir minkar skulu koyrast til Amager á Sælandi, nakrir til Sønderborg í Suðurjútlandi og nakrir til Hjørring í Norðurjútlandi.

Í dag fáa myndugleikarnir í Danmark eisini eina hóming av, hvussu langa tíð tað fer at taka, at grava minkarnar uppaftur og brenna teir.

Tað er ikki av tilvild, at arbeiðið byrjar ein í dag, Kristi himmalsferðardag, hevur ráðharrin í matvørumálum áður sagt, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Liðugt fyribeindir miðskeiðis í juli

Lítil ferðsla er á vegunum í Danmark í dag, og minkarnir mugu gravast upp áðrenn veðrið verður heitari.

Ein politiskur meiriluti á Christiansborg samtykti í desember, at minkarnir skulu gravast uppaftur. Orsøkin til, at so long tíð er gingin frá avgerðin varð tikin til nú, er smittuvandin.

Nakrir minkar, sum vórðu avlívaðir, høvdu koronu, og mett verður ikki, at smittuvandi er nú. Ætlanin er, at allir teir niðurgrivnu minkarnir eru fyribeindir miðskeiðis í juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386