Jenis hittir amerikanska uttanríkisráðharran

Jenis hittir amerikanska uttanríkisráðharran
Samstarvið millum Føroyar og USA og støðan í Norðurhøvum og Arktis eru á skránni fyri fundin
Antony Blinken er amerikanskur uttanríkisráðharri
 
14.05.2021 - 14:45

Mánadagin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, á fund við amerikanska starvsbróður sín Antony Blinken í Keypmannahavn.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, og grønlendski uttanríkisráðharrin, Pelle Broberg, verða eisini á fundinum, sum verður í Keypmannahavn.

Umframt mál av áhuga fyri ávikavist Danmark og Grønland, skulu millum annað samstarvið millum Føroyar og USA og støðan í Norðurhøvum og Arktis umrøðast.

Jenis av Rana hitti undanfarna amerikanska uttanríkisráðharran, Michael Pompeo, í Keypmannahavn í juli í fjør.

Í november skrivaðu Føroyar og USA undir partalagsyvirlýsing um økt sínámillum samstarv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820