Kinesiskt rúmdarfar á Mars

Kinesiskt rúmdarfar á Mars
Zhurong skal leita eftir tekin um lív á Reyðu Gongustjørnini
Hesa marsmyndina hevur rovarin Perserverence tikið
 
15.05.2021 - 10:21

Kina skrivaði søgu í nátt okkara tíð, tá eitt ómannað kinesiskt rúmdarfar lendi á Mars. Og Mars lendingin gekk væl, skrivar kinesiski statsmiðilin Xinhua.

Hetta er fyrsta sjálvstøðuga Mars missiónin hjá Kina. Umborð á rúmdarfarinum var ein sokallaður rover - tað er eitt 240 kilo tungt akfar, sum er gjørt til at koyra á jarðskorpuni á Mars.

Akfarið eitur Zhurong, og skal granska yvirflatuna á Mars í 90 dagar. Ein av uppgávunum hjá Zhurong er at leita eftir tekin um lív á Reyðu Gongustjørnini.

Kina er tann triðja tjóðin í søguni at lenda á Mars. Hinar eru Sovjetsamveldið og USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083