Skert B36-lið í morgin orsakað av koronu

Skert B36-lið í morgin orsakað av koronu
Covid-19 er staðfest tætt at B36-hópinum, og tí verða Mathias Thrane og Lukas Enevoldsen ikki við í dystinum í morgin móti 07 Vestur
B36-hópurin er skerdur í morgin, tá 07 Vestur kemur á vitjan
 
15.05.2021 - 17:44

Tríggir B36-spælarar eru farnir í sóttarhald, eftir at ein tilburður av COVID-19 er staðfestur tætt at B36-hópinum við monnum.

Spælararnir, talan er um, eru Lukas Enevoldsen, Mathias Thrane og Sebastian Pingel, sum er skaddur, og tískil ikki hevði spælt í morgin kortini.

Tað verður uttan Mathias Thrane og Lukas Enevoldsen, at okkara menn skulu spæla ímóti 07 Vestur sunnudagin. Saman við Sebastian Pingel eru teir báðir settir í sóttarhald komandi dagarnar, eftir at corona hevur vitjað ov nær hjá teimum, skrivar heimasíðan hjá B36.

B36 hevur verið í sambandi við landslæknan, og hava vit alt fyri eitt tikið neyðug atlit og gjørt neyðugar koronukanningar, so vit kunnu staðfesta, um smittan er avbyrgd, skrivar felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439