Rakk ikki málinum á 50 metrum

Rakk ikki málinum á 50 metrum
Signhild Joensen rakk ikki málinum, um at taka sína bestu tíð, tá hon svam 50 metra rygg í EM í Budapest í morgun
Signhild Joensen tekur hesa vikuna lut í EM í Budapest
 
18.05.2021 - 10:24

Signhild Joensen svam í morgun 50 metur rygg í EM í Budapest. Tíðin var 29.89 og er 9. besta tíðin hjá ryggsvimjaranum, skrivar svimjing.com.

Tíðin rakk til eitt 43. pláss av tilsamans 54 luttakarum.

Hon rakk tískil ikki málinum um at nærkast ella taka sína bestu tíð í hesari greinini, sum sambært svimjing.com vanliga ikki er hennara sterkasta. 

Hósdain skal Signhild Joensen svimja 100 metur rygg, og leygardagin er 200 metur rygg á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026

Meira um sama evni