Nú kemur lóg um viðgerð fyri barnloysi

Nú kemur lóg um viðgerð fyri barnloysi
Hildið verður ikki, at eitt umfarsskriv kann nýtast fyri avgerðum um, hvør hevur til viðgerð, og tí verður lógaruppskot lagt fyri tingið
Lógaruppskot um viðgerð fyri barnloysi verður lagt fram í næstu tingsetu
Mynd: Savnsmynd  
 
19.05.2021 - 10:31

Í næstu tingsetu fer landsstýrismaðurin í heilsumálum at leggja fram lógaruppskot um viðgerð fyri barnloysi.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu.

Hon spurdi, hví rundskrivið frá 2004 um stevnumið viðvíkjandi viðgerð fyri barnloysi er sett úr gildi.

Landsstýrismaðurin svarar, at rundskrivið varð sett úr gildi í 2006.

Ásetast við lóg

Orsøkin var, at løgfrøðiliga var ikki mett at vera rætt at nýta eitt umfarsskriv sum grundarlag fyri avgerðum um, hvør hevði rætt til viðgerð fyri barnloysi.

Hetta skuldi í staðin ásetast við lóg. Og uppskot um ta lógina kemur í næstu tingsetu.

Men Sjúkrahúsverkið hevur kortini fíggjað upp til tvey felags børn fyri barnleys pør, verður upplýst í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809