Brendu 118 tons av dekkum í fjør

Brendu 118 tons av dekkum í fjør
Dekkini verða malin sundur og blandað upp í burturkastið, sum skal brennast
Brennistøðin fekk í fjør eina kvørn, sum melur dekkini í smápetti, áðrenn tey verða brend
 
20.05.2021 - 10:45

Kommunala Brennistøðin á Hjalla brendi í fjør 118 tons av dekkum.

Brennistøðin tók í fjør ímóti 231 tonsum av dekkum, 155 tonsum av leysum dekkum og 76 tonsum frá bilvrakum.

Brennistøðin fekk í fjør eina kvørn, sum melur dekkini í smápetti, og dekkini verða síðani blandað upp í burturkastið, sum skal brennast.

Umhvørvisgóðkenningin hjá Brennistøðini gevur undantaksloyvi at brenna dekk, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026