Skulu hava tilboð upp á Magn fyri 4. juni

Skulu hava tilboð upp á Magn fyri 4. juni
Magn fer væntandi at geva slakar 38 mió. kr. í vinningi í ár og Demich, sum Magn eigur, góðar tríggjar mió. kr. í vinningi
Skeljungur kunngjørdi 24. mars, at ætlanin var at selja Magn, og óbindandi tilboð skulu vera inni fyri 4. juni
 
21.05.2021 - 08:45

Tey, sum vilja keypa partafelagið Magn, hava nú freist til at koma við óbindandi tilboði fyri 4. juni.

13. apríl boðaði íslendska oljufelagið Skeljungur frá, at áhugi er fyri at keypa Magn.

Skeljungur, sum eigur Magn, kunngjørdi tá fíggjarætlanina hjá Magn og Demich, sum Magn eigur, fyri 2021.

37,8 mió. kr. í vinningi í ár

Sambært fíggjarætlanini fer Magn at hava 37,8 mió. kr. í vinningi í ár og Demich 3,2 milliónir. Í fjør var vinningurin tann sami hjá Magn, 37,8 mió. kr., og 7,2 mió. kr. hjá Demich. 

Skeljungur kunngjørdi 24. mars, at ætlanin var at selja Magn.

Og nú kunnger oljufelagið, at óbindandi tilboð skulu vera hjá íslendska Kvika banka fyri 4. juni.

Partaeigararnir í Magn gera av, um felagið verður selt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329