Útlátið hjá Shell minkast næstan helvtina

Útlátið hjá Shell minkast næstan helvtina
Oljurisin skal skerja CO2-útlátið við 45 prosentum áðrenn 2030, so Shell heldur ásetingarnar í París-sáttmálanum
 
27.05.2021 - 05:25

Shell hevur eina ábyrgd at minka um útlátið. Verandi ætlanir hjá Shell eru ikki nóg ítøkiligar, og Shell skal byrja at minka um útlátið alt fyri eitt, skriva millum onnur AFP og Bloomberg.

Tað vóru millum niðurstøðurnar hjá rættinum í Haag í Hollandi í gjár, sum hevur við sær, at Shell skal minka útlátið við 45 prosentum hesi komandi níggju árini.

Sjey umhvørvisfelagsskapir stevndu

Sjey umhvørvisfelagskapir høvdu stevnt Royal Dutch Shell fyri millum annað at bróta altjóða mannarættindini og París-sáttmálan

Sambært Bloomberg, so hevur Shell lovað at minka um útlátið av vakstrahúsgassi við 20 prosentum áðrenn 2030 og netto null-prosent útláti í 2050, men hetta er ikki nóg mikið avgjørdi rætturin í gjár.

Dómurin er einans lógliga galdandi í Hollandi hóast Royal Dutch Shell er eitt stórt altjóða felag, men eygleiðarar vænta, at dómurin fer at fáa stóra ávirkan fyri oljuídnaðin og kann gerast fordømi fyri líknandi sakarmál í øðrum londum.

Óvist um dómurin skal roynast í hægri rætti

Flestu lond í heiminum skrivaðu undir París sáttmálan, sum skal avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi, so miðalhitin á jørðini ikki veksur meir enn 1,5 stig, men fyritøkur sum Shell vóru ikki við í avtaluni.

Shell vísti tí á, at tey gjørdu veruligar royndir fyri at minka um útlátið og at tað var onki lógligt grundarlag fyri rættarmálinum, tí tað eru stjórnirnar fyri tey avvarðandi londini, sum hava ábyrgdina av at røkka málunum í París sáttmálanum.

Shell fer í næstum at taka avgerð um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096