- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skottilburður í Miami
Skottilburður í Miami
Tvey fólk eru deyð og yvir 20 fólk eru særd

30.05.2021 - 15:11
Tvey fólk hava latið lív og meir enn 20 eru særd eftir ein skottilburð í Miami fyrr í dag. Trý fólk komu út úr einum SUV-bili og fóru at skjóta frá hond inn í eina mannamúgvu, sum var komin saman uttanfyri eitt høli, har ein konsert skuldi vera. Aftan á skotini fóru tey trý fólkini aftur í bilin og rýmdu av staðnum. Hetta var aðru ferð innan tvey samdøgur, at skotið verður eftir tilvildarligum fólkum í Miami. Fríggjakvøldið vórðu sjey fólk skotin, har av ein doyði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























