Countryfestivalurin (aftur) avlýstur í ár

Countryfestivalurin (aftur) avlýstur í ár
Reglurnar eru ov ógreiðar, heldur fyriskipari
Sørvágs Country-og Bluesfestivalur, sum hevur verið hildin síðani 2013, verður ikki í ár
 
01.06.2021 - 07:58

Tað verður heldur eingin countryfestivalur í Sørvági í ár. Tað váttar Hjalmar Hvítklett, sum er nevndarformaður fyri Sørvágs Country-og Bluesfestival, við in.fo. 

Hjalmar hvítklett sigur, at støðan, sum tey hava tikið, er endalig. Tey harmast um, at myndugleikarnir ikki kunnu koma við greiðum boðum.

Fyriskipari: Reglurnar ov ógreiðar

– Reglurnar eru alt ov ógreiðar um, hvussu eitt slíkt tiltak kann haldast, og tí hava vit valt at avlýsa, sigur Hjalmar Hvítklett við heimasíðuna.

Nevndarformaðurin í Sørvágs Country- og Bluesfestivali hartar myndugleikarnar fyri, at teir skaka sær undan ábyrgd, bæði politikarar og farsóttarnevndin. 

– Vit hava spurt og spurt, og vit hava bíðað sum longst. Eitt slíkt tiltak kann ikki stáplast á føtur eftir tveimum døgum, og tí hava vit í dag gjørt av, at eingin festivalur verður í Sørvági í ár - annað árið á rað, sigur Hjalmar Hvítklett við in.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037