Kunnu ikki velja AstraZeneca ella Johnson&Johnson

bannari
Kunnu ikki velja AstraZeneca ella Johnson&Johnson
Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, spurdi heilsumálaráðharran, um hvussu er við føroyingum, sum eru fyribils í Danmark, og ætla ar verða koppsettir
 
01.06.2021 - 09:32

Føroyingar, sum fyribils eru í Danmark, kunnu ikki velja at blíva vaksineraðir við vaksinuni frá AstraZeneca ella Johnson & Johnson.

Fólk kunnu annars sjálvboðin velja vaksinu frá teimum báðum framleiðarunum.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, spurdi Magnus Heunicke, heilsumálaráðharra, hvussu er við føroyingum, sum eru fyribils í Danmark, og ætla sær at blíva vaksineraðir í Danmark.

Í minsta lagi 30 dagar

Ráðharrin svarar, at slík fólk hava rætt til ókeypis vaksinasjón í Danmark, men treytin er, at tey eru í minsta lagi í Danmark í 30 dagar.

Og endamálið við uppihaldinum í Danmark eigur ikki at vera vaksinasjónin.

Men fólk, sum eru fyribils í Danmark, kunnu ikki velja vaksinuna frá AstraZeneca ella Johnson & Johnson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522